- Tíðindi, mentan og ítróttur
Liberali flokkurin vann tjóðartingsvalið í Kanada

Liberali flokkurin vann púra óvæntað tjóðartingsvalið og tað verður sitandi forsætisráðharri, Mark Carney, sum heldur fram sum forsætisráðharri.
Konservativi flokkurin í Kanada var á odda við 20 prosentstigum í veljarakanningum í fjør, og nógv bendi á, at formaðurin í flokkinum, Pierre Poilievre, fór at gerast nýggur forsætisráðharri.
Men síðani ársskiftið er nógv hent.
6. januar boðaði táverandi forsætisráðharrin, Justin Trudea, frá, at hann fór frá sum floksformaður og forsætisráðharri.
Seinni bleiv stríðsval í Liberala flokkinum, har fyrrverandi tjóðbankastjórin, Mark Carney, vann og skrivaði út tjóðartingsval.
Donald Trump hevur eisini havt eina ávirkan á valið, amerikanski forsetin hevur hækkað tollin á innfluttum vørum úr Kanada og hevur fleiri ferðir róð framundir at innlima Kanada í USA.
Í Kanada verður tosað um ein søguligan valsigur, sigur Kim Bildsøe, sum er í Toronto og fylgjur valinum fyri danska krinvarpið.