Taka undir við at hækka pensjónsaldurin

Taka undir við at hækka pensjónsaldurin
Samgongufólkini í trivnaðarnevndini taka undir við at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár
Pensjónsaldurin verður hækkaður.
 
29.04.2025 - 07:00

Samgongufólkini í trivnaðarnevndini taka undir við at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár.

Men tey hava eitt broytingaruppskot, sum sigur, at pensjónsaldurin skal ásetast við størri millumbilum
enn í lógaruppskotinum hjá landsstýrinum.

Hann skal ásetast við ikki minni enn hálvum ári í senn. 

Á tann hátt verður meira gjøgnumskygt, hvør pensjónsaldurin er fyri hvønn aldursbólk, siga samgongufólkini í trivnaðarnevndini.

Tey siga. at í 2030 verður pensjónsaldur hjá teimum, sum eru fødd eftir 31. mars 1972 ásettur í lóg, galdandi frá í fyrsta lagi 1. januar 2044.

Landsstýrið sigur 2043.

Andstøðumenninir í trivnaðarnevndini mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið um pensjónaldurin.

Teir siga millum annað, at hetta uppskotið er ein politiska avtala, sum skal tryggja, at Suðuroyartunnilin kemur.

Onnur viðgerð verður í tinginum í morgin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109