Framvegis Djúpidalur

Framvegis Djúpidalur
Fíggjarnevndin hevur gjørt álit um Suðuroyartunnilin
Traðarhamar.
 
29.04.2025 - 06:50

Tunnilsmunnin skal vera í Djúpadali, norðan fyri Skarvanes, og møguleikin at taka Skúgvoynna við skal kannast.

Tað skal eisini kannast, um ikki í tøttum samstarvi við kommunurnar finst betri loysn enn vegurin á Traðarhamri, til dømis eitt berghol gjøgnum Traðarhamar.

Tað sigur meirilutin í Fíggjarnevndini.

Hann sigur, at tá Suðuroyartunnilin verður boðin út, skal atkomutunnil til Skúvoyar eisini vera boðin út.

Tá tilboðini eru komin, tekur løgtingið støðu til, um atkomutunnilin til Skúvoyar skal gerast.

Minnilutin, Magnus Rasmussen, tekur eisini undir við uppskotinum og broytingaruppskotunum hjá meirilutanum, men nevnir eisini fíggingarleistin.

Steffan Klein Poulsen tekur undir við tí, sum Magnus Rasmussen sigur um fíggingarleistin.

Og Magnus Rasmussen mælir til at prosjektera linjuføringina, um tunnilsmunnin verður innan fyri Múlan við Sandsbygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109