Ítrótturin fagnar sínum bestu

Ítrótturin fagnar sínum bestu
Tey bestu í føroyskum ítrótti verða fagnað, tá Ítróttafagnaðurin hjá ÍSF verður í Løkshøll 10. februar
Nú nærkast til Ítróttafagnaðin hjá ÍSF, har tey bestu í føroyskum ítrótti verða fagnað
Mynd: ÍSF  
 
11.12.2023 - 13:32

Ítróttanavnið 2023 verður kosið á ítróttafagnaðinum í Løkshøll 10. februar.

Stórur spenningur er um, hvør fer avstað við hesum heiðrinum, tí sjáldan munnu Føroyar hava havt so nógv einstøk ítróttafólk á høgum stigi.

Afturat hesum verða ítróttastjørnuskotið, ítróttafelagskapurin, ítróttavenjarin, ítróttaeldsálin og ítróttasólstrálan vald.

Heiðurskjal Poul E. Petersen verður eisini latið. Hetta er serstakur heiður fyri drúgva og trúgva tænastu í føroyskum ítrótti.

Ítróttafagnaðurin 2023 verður vístur beinleiðis á Ras1 hjá Televarpinum.

Enn ber til at instilla til teir ymsu heiðrarnar. Tað kann gerast á heimasiðuni hjá Ítróttasambandinum, isf.fo, og freistin er 15. desember á midnátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109