Meiri bygging við Oyggjarvegin fer at órógva fjarskiftið

Meiri bygging við Oyggjarvegin fer at órógva fjarskiftið
Hvørki MRCC ella skógfriðingarnevndin vóru spurd, tá ið fyrstu íbúðarbygningarnir hjá MARK vóru settir upp
Íbúðarfelagið MARK hevur ætlanir um størri íbúðarbygging við Oyggjarvegin. (Savnsmynd)
 
07.12.2023 - 12:54

Tað fer at órógva signalini og fjarskiftið og harvið seta trygdina í vanda, um meiri verður bygt á økinum við Oyggjarvegin, har íbúðarfelagið MARK hevur ætlanir um størri íbúðarbygging.

Tað gjørdi MRCC greitt, men kortini samtykti Tórshavnar býráð at broyta byggisamtyktina fyri økið frá at vera til jarðarbrúk til A2 til høga bústaðarbygging. 

 

Edvard Bjarnason er deildarleiðari á Vørn. (Savnsmynd)

 

Hvørki skógfriðingarnevndin ella MRCC vóru spurd, tá ið fyrstu bygningarnir hjá íbúðarfelagnum MARK vóru settir upp, og báðir partar mæla frá, at meira verður bygt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07122023_MRCC_og_MARK

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109