Fossaverkið 70 ár

Fossaverkið 70 ár
Í gjár vóru 70 ár liðin, síðani vatnorkuverkið í Vestmanna byrjaði at framleiða streym.
 
03.12.2023 - 13:27

Sev kundi tá senda streym út á netið til bygdir í Streymoynni, Eysturoynni og í Vágum.

Tí mundu jólini 1953 vera nakað øðrvísi, enn tey vóru von við í mongum húsarhaldumm í hesum oyggjum.

Í september 1953 var vatn sett á byrgingarnar, og 19. november vórðu ventilarnir latnir upp og vatn sett á rørini. 

2. desember klokkan 16.30 varð streymur settur á orkustøðina og Fitjarnar, og eitt korter seinni varð streymur settur á linjuna til Havnar. 

Síðani kom restin so hvørt. 

Tá farið var um nýggjárið fingu um 1.200 húsarhald streym frá SEV, men roknað varð við um 2.000 nýtarum tilsamans í hesum fyrsta umfarinum. 

Fyrsta turbinan, sum varð sett til á Fossáverkinum var ein Pelton/Maier turbina á 2,1 megawatt. Hon hevur tískil 70 ár á baki, men virkar enn sum fyrsta dagin. 

Í 1956 varð virksemið víðkað við eini størri Francis Voith turbinu, skrivar SEV á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF