- Tíðindi, mentan og ítróttur
Árni endiliga við aftur
32 ára gamli KÍ-spælarin Árni Frederiksberg er við aftur á landsliðnum eftir sjálvvalda útlegd í meir enn fimm ár.
- Mann hevur verið burtur frá í eina tíð, og tað hevur altíð brent í mær at sleppa aftur á landsliðið, sigur runavíkingurin, sum seinast spældi fyri Føroyar undir Lars Olsen í 2019.
- Umstøður og annað gjørdu, at mann valdi tað frá tá, men sum tíðin er liðin, hevur mann ynskt at sloppi við aftur meir og meir.
Hann hoyrir hoyma á landsliðnum
Árni Frederiksberg hevur fyrr fingið tilboð um at koma aftur á landsliðið, men hevur borið seg undan. Nú er lagaliga løtan komin við nýggjum venjaratoymi og broyttum umstøðum.
Vongurin slær fast, at hann er við undir somu treytum, sum allir hinir í 23 mans stóra hópinum, sum skal royna seg í HM-undankappingardystum ímóti Kekkia og Montenegro seinni í mars.
- Hann hoyrir heima á landsliðnum, sigur Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari.
- Vit hava spurt hann, um hann er áhugaður, nú vit fara undir eitt nýtt tíðarskeið á føroyska landsliðnum, og um hann er tøkur. Hann hevur so hugsað seg væl um, og hevur boðað frá, at hann er tøkur, og so halda vit, at tað er sjálvsagt, at vit taka hann út.