Skaðar darva undan stórdystum

Skaðar darva undan stórdystum
Peter Bredsdorff-Larsen, landsliðsvenjari, hevur góðar vónir til EM-undankappingardystirnar ímóti Hollandi í næstum, hóast fleiri av føstu spælarunum sita uttanfyri við skaða
10.03.2025 - 21:01

Nýggj og fullsett tjóðarhøll bíðar bestu hondbóltsmonnunum, men alt er tó ikki ber gleði og gaman í føroysku landsliðsleguni undan stórdystunum ímóti Hollandi í næstum.

Verjukempurnar Vilhelm Poulsen og Peter Krogh sita uttanfyri við skaða, meðan Teis Horn Rasmussen júst er byrjaður at venja aftur. 

Hetta gevur føroysku verjuni avbjóðingar undan undankappingardystunum ímóti stjørnuspælaranum Luc Steins og hinum í hollendsku kontramaskinuni. 

 - Á onkrum økjum spæla teir á sera, sera høgum stigi. Til dømis kontraspælið. Spælið ímillum bæði málini. Teir skora ofta meir enn 30 og enntá 35 mál, so vit skulu vita, um vit fáa minka um teirra kontramál. Tað verður avgerandi, um vit skulu fáa eitt gott úrslit, segði landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen.

Í álopsspælinum manglar Kjartan Johansen eisini, so Føroyar hevur bert Hall Arason sum láman høgra bakk. Hann er framvegis feskur í landsliðshøpi, og tí bendir nógv á, at onkur av høgrhentu bakspælarunum vera á høgra bakki.

 - Vit hava fyrr loyst stórar uppgávur við høgrhentum á høgra bakki - millum annað á heimavølli ímóti Rumenia - og í januar spældu vit við Hákuni (West av Teigum, red.) og Allani (Norðberg, red.) saman í høgru síðu, og fingu gagnnýtt, at teir jú eru fantastiskir vongspælarar, segði Peter Bredsdorff-Larsen, tá fyrstu spælararnir møttu til venjingar sunnukvøldið.

Fyrri EM-undankappingardysturin ímóti Hollandi verður spældur við Tjarnir mikukvøldið klokkan 19.00. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir dystin og byrjar við upptakt klokkan 18.30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF