Landsliðsúttøkan: ábendingar um spælistíl og ættarliðsskifti

Landsliðsúttøkan: ábendingar um spælistíl og ættarliðsskifti
Drúgvir tænarar eru úti - deyðbóltsserfrøðingar og stríðsmenn eru inni. Vit hyggja nærri at landsliðsúttøkuni hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari
Mynd: Bárður Lydersen  
 
10.03.2025 - 18:33

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava í dag úttikið fyrsta landsliðshópin sum fastsettir landsliðsvenjarar. Eyðun Klakstein hevur boðað frá, at eitt stigvíst ættarliðsskifti verður framt á landsliðnum. Hann hevur eisini lagt upp til, at føroyska liðið í størri mun skal fara eftir málinum, tá bólturin er á føroyskum fótum.

Nakað av hesum sæst aftur á landsliðsúttøkuni, sum var á Tórsvølli fyrrapartin mánadagin. Tað var stórur áhugi, tá Eyðun Klakstein og Atli Gregersen settu navn á teir 23 spælararnar, sum skulu spæla HM-undankappingardystir móti Kekkia og Montenegro seinni í hesum mánaðinum.

Her hyggja vit nærri at landsliðsúttøkuni.


Eyðun Klakstein (í miðjuni) greiðir frá landsliðsúttøkuni (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Ari nýggjur í málmansbólkinum

Tað var greitt undan landsliðsúttøkuni, at landsliðsvenjarin skuldi finna ein nýggjan málverja fyri Teit M. Gestsson, ið brádliga er givin. Tað var einki óvæntað í úttøkuni av Mattiasi H. Lamhauge og Bárði á Reynatrøð. Kappingin um plássið millum stengurnar verður helst millum teir báðar. Her hevur Bárður á Reynatrøð ein fyrimun. Hann spælir fast í Víkingi, meðan Mattias H. Lamhauge situr á bonkinum í FC Fredericia.

Tað skulu tríggir málmenn við, og tann triði bleiv Ari í Haraldsstovu Petersen. Hann er útleigaður frá KÍ til barndómsfelagið 07 Vestur. Eftir at hava sitið á bonkinum ein stóran part av farna kappingarári, er hann nú fyrstaval á Dungasandi. Hartil er hann ov gamal til U21-landsliðið.

 

Verjan líkist sær sjálvum

Tað eru ikki ókend nøvn í landsliðshøpi, sum manna verjuna. Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar og Odmar Færø eru bestu boðini upp á eina miðverju. Hóast tað ikki er pláss fyri spælarum sum Sonna Ragnar Nattestad og Heina Vatnsdal, er talan um sterkar miðverjar, hvørs styrki liggur í at verja brotsteigin og at vera ágrýtnir í tvídystunum.

Fyrsti eykamaður í verjulíkningini er 21 ára gamli Samuel J. Chukwudi, sum nú spælir í finskum fótbólti við SJK Seinajoki. Frávikið í spælistíli er miðverjin hjá Víkingi, Arnbjørn Svensson. Dugur er í honum í luftspælinum, men styrkin hjá fyrrverandi miðvallaranum liggur í bóltspælinum.

Ivamálini hava verið á høgra bakki, har kappingin í dag er millum Jóannes K. Danielsen og Jann J. Benjaminsen. Gilli Rólantsson úr TB spælir aftur í bestu deildini, men 32 ára gamli høgri bakkurin er ikki upp á tal. Viljormur Davidsen er einasti vinstri bakkurin í hópinum.

 

Blandaður miðvøllur

Tað skal ein góð blanding av spælarum til fyri at fáa ein miðvøll at rigga. Hetta er maskinrúmið á einum liði. Her skal stríðast, spælast og skapast. Spælarar við ymiskum eginleikum síggjast eisini í úttikna hópinum.

Hallur Hansson, René Shaki Joensen, Noah Hans Mneney og Poul Kallsberg kunnu allir bólkast sum stríðsmenn. Teir hava eisini aðrar eginleikar - treyðugt so -  men hetta eru menn við nógvum kilometrum í beinunum. Hanus Sørensen, sum nú spælir við NK Celje í Slovenia, er ein fjølbroyttur spælari, sum bjóðar bæði orku og bóltførleika.

Nýggir í hópinum eru Árni Frederiksberg, sum ikki hevur verið tøkur til landsliðið síðani 2019, og Géza Dávid Turi, ið júst hevur fingið føroyskt pass. Árni Frederiksberg hevur útmerkað seg sum deyðbóltsserfrøðingur, meðan Géza Dávid Turi hevur sínar styrkir á bóltinum.

Bólkar tú Adrian Justinussen og Brand Hendriksson Olsen saman við Árna Frederiksberg, hevur tú tríggjar deyðbóltsserfrøðingar. Tað hevur verið eitt ynski frá landsliðsvenjaratoyminum, at føroyska liðið skal leggja stórt trýst á mótstøðuliðið í deyðbóltsstøðum.

Her er vert at leggja til merkis, at 38 ára gamli Sølvi Vatnhamar er valdur frá, Jákup B. Andreasen er ikki í dystarformi eftir drúgvan skaða og Jóannes Bjartalíð er skaddur.

 

Metini verða ikki tikin

Klæmint A. Olsen manglar eitt mál í at seta met á landsliðnum, meðan Jóan Símun Edmundsson er tveir dystir frá at seta dystarmet. Hvørgan teirra er við í hópinum hesaferð. Klæmint A. Olsen hevur sambært Eysturoyarportalinum boðað frá, at hann er givin á landsliðnum. Jóan Símun Edmundsson hevur júst skift felag til KA Akureyri í Íslandi. Royndi framherjin hevur havt lítið av dystarvenjing seinastu tíðina.

Páll A. Klettskarð bleiv valdur í landsdystunum í novembur. Hann er við aftur hesaferð saman við Peturi Knudsen og Meinhardi E. Olsen. Teir báðir síðstnevndu eru uppvaksnir í NSÍ. Teir hava útgangsstøði sum miðvallarar í vinstru, men eru bólkaðir sum áleyparar á landsliðnum. Hetta kann geva eina ábending um, at landsliðsvenjarin vil hava antin skjótar ella sterkar áleyparar.

 


Páll A. Klettskarð í dysti móti Víkingi í 2024 (Mynd: Finnur Justinussen/Leit)

 

Ættarliðsskiftið

21 ára gamli Samuel J. Chukwudi og 22 ára gomlu Ari í Haraldstovu Petersen, Noah Hans Mneney og Poul Kallsberg hava allir spælt undir Eyðuni Klakstein á U21-landsliðnum. Teir eru ein ímynd av ættarliðsskiftinum á landsliðnum.

23 ára gamli Géza Dávid Turi hevði helst eisini havt spælt nógvar dystir á U21-landsliðnum, um hann hevði føroyskt pass fyrr. Tað er ikki vist, at allir hesir høvdu verið við, um Jákup B. Andreasen var í dystarformi, og Jóannes Bjartalíð ikki var skaddur, men tað sigur nakað um, hvar venjararnir leita eftir loysnum.

 


Árni Frederiksberg til tíðindafundin í dag (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Evropa-hetjan Árni

Tað passar ikki inn í ættarliðsskiftið at taka 32 ára gamla Árna Frederiksberg við aftur í landsliðshópin. Her er heldur talan um eitt ynski um at fáa eina størri hóttan upp á deyðbóltar. Árni Frederiksberg hevur prógvað í Evropa við KÍ, at hann kann verða avgerandi sum málskjútti og uppleggjari.

Tá Føroyar vunnu móti Armenia í novembur í fyrsta dystinum hjá Eyðuni Klakstein, var talan ikki um vælspældan dyst. Heldur var talan um eitt stríðsavrik, har føroyska liðið vann sær eitt avgerandi brotsspark eftir ein deyðbólt og fleiri tvídystir í brotsteiginum hjá armenum.

Eyðun Klakstein segði á tíðindafundinum, tá hann varð settur, at tað avrikið ikki heilt speglar, hvussu hann ynskir at Føroyar skulu spæla, men at honum dámdi væl stríðsandan. Føroyska landsliðið fer at spæla við trimum miðverjum í hesi HM-undankappingini, og størri dentur verður lagdur á skjótálop og at søkja at málinum.

Leygardagin 22. mars spæla Kekkia og Føroyar í Kralove í Kekkia og tríggjar dagar seinni, týsdagin 25. mars, tekur Montenegro ímóti á Niksic City Stadion.

 

Hópurin

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur


Verjuspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Samuel Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)


Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Geza Dávid Turi, Grimsby Town (England)
Poul Kallsberg, Víkingur
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík


Framherjar:
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF