Sjóvinnustýrið flytur í Vágar í næstu viku

Sjóvinnustýrið flytur í Vágar í næstu viku
Ætlanin var, at bygningurin á Giljanesi skuldi standa klárur í mai, men arbeiðið er seinkað
Fyrsta flagið fyri nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi var loyst fyri tveimum árum síðani. Í næstu viku er ætlanin at flyta. (Savnsmynd: Sjóvinnustýrið)
 
20.11.2023 - 14:10

Um eina viku, mikudagin 27. november, flytur Sjóvinnustýrið eftir ætlan í nýggja bygningin á Giljanesi, sum er bygdur til endamálið.

Tað skrivar jn.fo.

Fyri tveimum árum síðani, 30. november í 2021, var fyrsta flagið loyst fyri nýggja bygninginum.

Ætlanin var, at hann skuldi standa klárur í mai í ár, men arbeiðið er seinkað nakað. 

 

30 milliónir

Bygningurin er umleið 800 fermetrar til støddar, og játtanin er 30 milliónir krónur.

Seinastu seks árini hevur Sjóvinnustýrið hildið til í Havn, men nú flytur tað aftur í Vágar, har tað politiskt var gjørt av, at tað skal vera.

Á Sjóvinnustýrinum arbeiða 20 starvsfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962