Innbrot í heilsumiðstøðini í Miðvági

Innbrot í heilsumiðstøðini í Miðvági
Enn er ógreitt, um nakað er tikið, og eingin er tikin fyri innbrotið
Politiið kannaði 100 bilar í Klaksvík fyrrapartin í gjár. (Savnsmynd)
 
06.11.2023 - 08:51

Brotið var inn á heilsumiðstøðina í Miðvági um vikuskiftið.

Politiið fekk fráboðan um tað í gjáramorgunin.

Enn er ikki greitt, um nakað, og tá, hvussu nógv, er tikið.

Eingin er tikin fyri innbrotið.

 

Breyt inn til kvinnu

Um midnáttina í gjár tók politiið ein mann, tí hann var farin inn til eina kvinnu í Havn og sorlaði lutir hjá henni, millum annað eitt stórt akvarium.

Maðurin var tikin á politistøðina, og har er enn. Hvørki hann ella kvinnan eru avhoyrd enn.

 

Kannaðu bilar

100 bilar vóru kannaðir í Klaksvík fyrrapartin í gjár.

Fýra bilførarar vóru skrivaðir, tveir fyri ikki at brúka trygdarbelti, ein fyri brúka telefon og ein fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður.

Seinnapartin í gjár var ein bilførari tikin í Klaksvík. Hann er skuldsettur fyri narkokoyring.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109