Løgmaður á fund í Norðurlandaráðnum

Løgmaður á fund í Norðurlandaráðnum
Allir átta norðurlendsku stjórnarleiðararnir eru við á toppfundinum í Oslo
Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at halda røðu í Norðurlandaráðnum seinnapartin í morgin.
Mynd: Løgmansskrivstovan  
 
30.10.2023 - 09:01

Løgmaður verður á árliga ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Oslo, sum byrjar í dag og endar hósdagin.

Allir átta norðurlendsku stjórnarleiðararnir eru við á toppfundinum í Oslo. Visión 2030 hjá Norðurlondum er, at londini saman skulu standa sterk og sameind.

Á fundinum fara stjórnarleiðarnir eitt nú at umrøða, hvussu farast skal fram viðvíkjandi vitlíki, ið mennist við rúkandi ferð, umframt veðurlagsátøk og  veðurlagsráðstevnuna COP 28, sum verður í Dubai síðst í november.

Hesin ársfundurin er nummar 75 í røðini.

Hesaferð verður høvuðsevnið “Grøn, trygg og ung Norðurlond".

Røður og kjak á fundinum taka støði í evnum sum grøn umlegging og luttøkan hjá ungum í fólkaræðnum.

Løgmaður fer at halda røðu seinnapartin í morgin, skrivar Løgmansskrivstovan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109