- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almannamálaráðið biður trivnaðarnevndina tippa hol

Almannamálaráðið hevur funnið eitt mistak í lógaruppskotinum um tíðartreytaða pensjón.
Ráðið hevur biðið trivnaðarnevndina rætta tað.
Fólk, sum fáa tíðartreytaða pensjón, fáa tað, sum svarar til miðal fyritíðarpensjón.
Miðal fyritíðarpensjón er grundupphædd, viðbót og avlamisviðbót.
Onnur inntøka verður mótroknað í grundupphæddini og viðbótini, men ikki í avlamisviðbótini.
Orsøkin til, at ikki verður mótroknað í avlamisviðbótini er, at hon verður latin fyri brek.
Hava ikki brek
Tey, sum fáa tíðartreytaða pensjón, hava ikki brek.
Tí eigur avlamisviðbótin at minka, um fólk hava nóg stóra inntøku, sigur Almannamálaráðið.
Mótrokningin er 60 prosent.
Um avlamisviðbótin ikki minkar, tá onnur inntøka er, kunnu øll, sum lúka treytirnar um tilknýti til arbeiðsmarknaðin, søkja um tíðartreytaða pensjón og fáa avlamisviðbótina afturat arbeiðsinntøkuni, uttan mun til hvussu stór, hon er.
Hetta er ikki í tráð við endamálið við uppskotinum um tíðartreytaða pensjón, sigur Almannamálaráðið.
Avlamisviðbótin, sum er skattafrí, er 37.536 kr. í ár.