- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um vakmyndatól kemur úr landsstýrinum

Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann kemur við uppskoti um vakmyndatól eftir ólavsøku.
Rættast er at bíða eftir tí.
Tað heldur meirilutin í rættarnevndini, samgongan.
Meirilutin mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at geva kommunum loyvi til at seta upp vakmyndatól.
Í mai í fjør samtykti løgtingið at heita á landsstýrismannin í lógarmálum um at koma við uppskoti um at loyva kommununum at seta upp vakmyndatól.
Landsstýrismaðurin hevur sagt við rættarnevndina, at hann arbeiðir við einum uppskoti, sum væntandi verður lagt fyri tingið eftir ólavsøku.
Rættast er at bíða eftir tí, sigur meirilutin.
Miðflokkurin mælir eisini frá
Tveir minnilutar eru í álitinum hjá rættarnevndini.
Í øðrum eru Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin.
Teir mæla til at samtykkja uppskotið.
Hin minnilutin, Miðflokkurin, mælir frá.
Hann heldur tað vera óheppið, at kommunurnar fáa heimild, sum hoyrir heima hjá politinum.
Í Føroyum riggar gerandisdagurin í almenna rúminum væl uttan vakmyndatól, sigur Miðflokkurin.
Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera á tingfundinum í dag.