- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sigert: Endamálið hjá landsstýrinum vendir á høvdinum

Aðalmálið í nýggja landbúnaðarpolitikkinum frá landsstýrinum er, at vit skulu menna føroyskar landbúnaðarvørur og gerast meira sjálvbjargin.
Men Bóndafelagið sigur, at ein beinleiðis avleiðingin av uppskotinum til løgtingslóg um landsjørð er, at framleiðslan fer at minka - altso tað øvugta av endamálinum hjá landsstýrinum. .
Verandi skipan kom við liberaliseringini av landbúnaðinum í 2007. Tá varð staðfest at festarin hevur heimild at selja festibrævið við sethúsið, fjósi og ymiskum bygningum á festinum, men festarin hevur ikki ræðisrætt yvir jørðina.
Við lógarbroytingunum, sum nú eru í uppskoti, verður rætturin hjá festaranum at selja bygningar í festinum tikin aftur.
Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða:
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum sigur, at við virðing fyri løgtinginum og vinnunevndini, vil hon ikki viðmerkja uppskotið til broyting í løgtingslóg um landsjørð , fyrr enn hon hevur havt ein fund við vinnunevndina.
Landsstýriskvinnan sigur, at fundur verður við vinnunevndina tann 23. apríl, og bíðar til eftir fundin at gera viðmerkingar til málið.