Bannað at lýsa við rúsdrekka á sosialum miðlum

Bannað at lýsa við rúsdrekka á sosialum miðlum
Higartil hevur verið forboðið at lýsa við rúsdrekka í útvarpi, sjónvarp, bløðum og tíðindaportalum, men nú rakar forboðið eisini eitt nú Facebook og Instagram
Nú verður ikki loyvt at lýsa við rúsdrekka á eitt nú Facebook og Instagram. (Savnsmynd)
 
20.10.2023 - 08:37

Nú verður bannað at lýsa við rúsdrekka á sosialu miðlunum.

Tað var samtykt í løgtinginum í gjár, tá ein partur av rúsdrekkalógini var fyri. 

Umframt at samtykkja, at bryggjarí nú kunnu selja egnar vørur í sambandi við virkisvitjanir, var eisini broyting samtykt í rúsdrekkalógini um marknaðarførslu.

Frammanundan hevur verið bannað at lýsa við rúsdrekka í sjónvarpi, útvarpi, bløðum og tíðindaportalum, men nú er tað eisini ólógligt at lýsa við rúsdrekka á eitt nú Facebook og Instagram. 

Tað er javnan, at matstovur og skeinkistøð lýsa á hesum talgildu pallum við tilboðum um rúsdrekka. 

Í grein 11 í broyttu rúsdrekkalógini stendur:

Í miðlum, undir hesum eisini talgildum miðlum og øðrum miðlum, sum venda sær til ein skara í Føroyum, er ikki loyvt at lýsa við sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
RagnarRokk:Anna "Ace" Brunner um Galvanize
186596
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825