Tingnevndir skulu veljast av nýggjum

Tingnevndir skulu veljast av nýggjum
Fyrst í skránni hjá tingfundinum í dag er atkvøðugreiðsla um nevndarval
Tingið skal velja nevndir í dag.
 
20.02.2025 - 06:06

Føstu nevndirnar í løgtinginum skulu veljast av nýggjum.

Fyrst í skránni hjá tingfundinum í dag er atkvøðugreiðsla um nevndarval.

Nummar tvey í skránni er nevndarval.

Tingskipanin sigur, at tingið við atkvøðugreiðslu eftir áheitan frá tingfólki hann gera av at velja nevndirnar av nýggjum.

Har stendur eisini, at verður nevndarsessur leysur av tí, at nevndarlimur gerst løgmaður, landsstýrisfólk ella fer frá av aðrari orsøk, tilnevnir tann bólkur, sum í lutfalsvalinum tilnevndi fráfarandi nevndarlimin, nýggjan nevndarlim í staðin. 

Løgtingið skal eisini í dag viðgera uppskotið til samtyktar hjá Bárði á Lakjuni, sum mælir til at sýta næmingum at taka fartelefon við í skúla. 

Tingfundurin í dag er klokkan ellivu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017