
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland fingið nógv burtur úr fundinum við amerikanarar

Evropa roynir av øllum alvi at finna fótafesti eftir toppfundin millum Russland og USA, sum var í saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh, fyrr í vikuni.
Tór Marni Weihe, Ph.D-lesandi og serkønur í russiskum viðurskiftum, heldur, at Russland hevur fingið nógv burtur úr fundinum í Saudiarabia:
Regin Berg.
Russland og USA tosa saman um eina friðaravtalu í stríðnum í Ukraina, men hvørki Evropa ella Ukraina eru boðin við til samráðingarborðið í fyrstu atløgu.
- Tað verður torført at fáa eina friðaravtalu, um Evropa og Ukraina ikki eru við í samráðingunum, sigur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur:
Tór Marni Weihe og Regin Berg vóru í Breddanum fyrrapartin.
Allur Breddin kann hoyrast her.