- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fótbóltskvinnurnar undir nýggja Nations League-kapping

Føroyska A-landsliðið við kvinnum fer undir nýggja Nations League-kapping, tá Slovakia tekur ímóti á Antona Malatinskeho Stadion í Trnava í annaðkvøld.
Týskvøldið er annar dysturin á Europa Point Stadion ímóti Gibraltar. Moldova er triðja mótstøðuliðið í bólki C1.
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Slovakia nummar 49 í heiminum, Føroyar eru nummar 110, Moldova nummar 131, meðan Gibraltar í løtuni er á 185. plássi, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Tað er Pætur Smith Clementsen, ið stendur á odda fyri føroysku kvinnunum í løtuni, eftir at Signe Pries Andersen segði upp í fjør. Sum skilst byrjar tilgongdin at finna nýggja høvuðsvenjara skjótt.
Fyrrverandi landsliðsspælarin, Jacoba Langgaard, er sett í fulltíðarstarv sum hjálparvenjari.
Kringvarpið stroymir dystirnar ímóti Slovakia og Gibraltar. Dysturin móti Slovakia byrjar klokkan 18.00 í annaðkvøld.
Føroyski hópurin
Gunnvá Lützen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)
