
- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 prosent av uppsjóvarfiski kunnu landast uttanlands

Uppsjóvarskip sleppa ikki at landa so nógv uttanlands, sum landsstýrið upprunaliga ætlaði.
Sambært uppskotinum um broytingar í sjófeingislógini, sum hevur verið til hoyringar, skuldu skipini fáa møguleika at landa helvtina, ella 50 prosent, uttanlands.
Markið er í løtuni 15 prosent fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft.
Men á fiskivinnutinginum í Klaksvík í gjárkvøldið upplýsti Dennis Holm, landsstýrismaður, at markið verður 25 prosent, ella bara helvtina av tí, sum landsstýrið upprunaliga ætlaði:
Beinir Johannesen.
Formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, sum yvirhøvur er ímóti øllum broytingunum hjá landsstýrismanninum, dugir tó væl at síggja trupulleikan við markinum, sum tað er í dag: