Eingin góð viðgerð at fyribyrgja spontanar abortir

Eingin góð viðgerð at fyribyrgja spontanar abortir
Kemur nýggj læknafrøðilig vitan um fyribyrgjandi viðgerð, verða mannagongdirnar eisini broyttar í Føroyum
Granskað verður, hvussu heilsuverkið kann fyribyrgja spontanum abortum.
 
20.02.2025 - 10:52

Sjúkrahúsverkið sigur, at eingin góð viðgerð er at bjóða kvinnum fyri at fyribyrgja spontanar abortir. 

Sjúkrahúsverkið bjóðar kvinnum, sum hava havt spontanar abortir, eyka trygdarskanningar, tá viðgongutíðin byrjar.

Eisini verður gjørd ein gynækologisk kanning, har til ber at staðfesta møguligar vøddaknútar ella avlagan á lívmóðurini. 

 

Liljan Weihe, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í Føroyum brúka vit somu mannagongdir sum í grannalondunum.

Granskað verður, hvussu heilsuverkið kann fyribyrgja spontanum abortum.

Kemur nýggj læknafrøðilig vitan um fyribyrgjandi viðgerð, sum hevur við sær broytingar í mannagongdunum í grannalondunum, verða mannagongdirnar eisini broyttar í Føroyum.

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu.

Landsstýriskvinna sigur, at tá kvinna, sum er við  barn, fer at bløða, ella fær pínu, skal hon fara til kommunulæknan, sum gevur ávísing til Gynækologisk ambulatorium. 

 

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tríggir møguleikar

Um staðfest verður har, at fostrið er deytt, eru tríggir møguleikar.

Bíðað verður við viðgerð fyri at vita, um fostur og móðurkaka fara av sær sjálvum.

Ella verður heilivágur givin fyri at framskunda prosessina.

Ella ein útskaving verður gjørd.

20 prosent av kvinnunum, sum eru við barn, fáa spontanum abort.

Helvtin veit ikki, at tær eru við barn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017