Eingin ætlan at strika grein 266 b

Eingin ætlan at strika grein 266 b
Landsstýrismaðurin í lógarmálum svaraði einum munnligum fyrispurningi í tinginum í dag
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður.
 
19.02.2025 - 15:49

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevur ongar ætlanir um at strika grein 266 b í revsilógini.

Tá munnligir fyrispurningar vóru í tinginum í dag,  spurdi Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, hvat landsstýrismaðurin heldur um at taka grein 266 b í revsilógini av.

Kjakið um grein 266 b er kyknað aftur, eftir at Føroya rættur í síðstu viku dømdi tveir menn sekar fyri at bróta ásetingina.

Í øðrum málinum var ein maður ákærdur fyri millum annað at skriva á Facebook, at kynsvilla er sálarsjúka.

Hin maðurin var ákærdur fyri at skriva niðrandi um samkynd á Vágaportalinum.

Báðir skulu rinda 5.000 krónur í bót. 

Landsstýrismaðurin heldur tað vera gott, at grein 266 b støðugt verður viðgjørd, men ongar ætlanir eru um at strika hana:

 

19022025_266b_og_Bjarni

 

Grein 266 b í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017