Børn eiga eisini at hava frítíðarlóg

Børn eiga eisini at hava frítíðarlóg
Forkvinnan i Pedagogfelagnum heldur, at tørvur er á slíkar lóg, tí børn undir skúlaaldur hava ikki nóg nógva samanhangandi frítíð saman við foreldrunum
Sanna á Løgmansbø er forkvinna í Pedagogfelagnum.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
20.02.2025 - 18:00

Børn eiga eisini at hava frítíðarlóg, á sama hátt sum vaksin. 

Tað sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum.

Vetrarferian hevur júst verið, og  hesum sambandi hevur Sanna á Løgmansbø skrivað greinina "Barnsins rættindi til feriu".

Her hugleiðir hon um vetrarferiuna, týdningin av feriu hjá børnum og rættin til feriu hjá børnum undir skúlaaldur.

 

Ov lítil samanhangandi frítíð

Sanna á Løgmansbø heldur, at tørvur er á slíkar lóg, tí børn undir skúlaaldur hava ikki nóg nógva samanhangandi frítíð saman við foreldrunum.

Børnini í frítíðarskúlaaldri hava møguleika at vera í frítíðarskúla, tá skúlin er stongdur.

Tað heldur Sanna á Løgmansbø er eitt fínt alternativ, og er øðrvísi enn vanlig skúlagongd við spæli og tryggum kørmum. Men hon setur kortini spurnartekin við, um tað er feria at vera í frítíðarskúla allan dagin. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

2002025_Sanna_um_fritid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840