- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skip í russiska skuggaflotanum skulu ikki fáa tænastur

Danska stjórnin vil hava ES at geva skipasmiðjum forboð fyri at veita skipum, sum sigla við, ella hava siglt við russiskum gassi, tænastur.
Men slíkt forboð krevur, at øll londini í ES taka undir við tí.
Tað sigur Morten Bødskov, vinnumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.
Sjúrður Skaale sigur, at Financial Times 14. januar visti at siga, at danskar og aðrar evropeiskar skipasmiðjur veita skipum, sum sigla við russiskum gassi, tænastur.
Í skuggaflotanum
Skipini eru í russiska skuggaflotanum. Tey eru skrásett í øðrum londum enn Russlandi fyri at sleppa undan revitiltøkunum móti Russlandi.
Morten Bødskov sigur, at hann hevur sett á stovn forum hjá myndugleikum og sjóvinnufelagsskapum at styrkja orðaskiftið um skuggaflotan og handfara tiltøk móti honum.
Tað skal eisini tryggja, at fyritøkur, sum veita skipum í donskum sjógvi tænastur, vita nóg nógv um revsitiltøkini.