Stórt steypafinaluvikuskifti við Tjarnir

Stórt steypafinaluvikuskifti við Tjarnir
Neistin og Kyndil bresta saman hjá kvinnum, og í mansfinaluni spæla H71 og VÍF. Kringvarpið sendir báðar finalurnar beinleiðis í sjónvarpinum
Vestmenningar skulu verja steypið, sum teir vunnu í fjør, ímóti hoyvíkingum
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
20.02.2025 - 15:02

Stórur spenningur er undan steypafinalunum í hondbólti um vikuskiftið.

Ikki færri enn 19 steypavinnarar í øllum aldursbólkum skulu finnast, og fyri fyrstu ferð verða finalurnar spældar í nýggju stórhøllini við Tjarnir. 

Hjá kvinnum er talan um grannauppgerð millum Neistan og Kyndil - ein endurtøka av finaluni í fjør, tá Kyndil vann tryggan sigur. Tær grønu vunnu við samanlagt 15 málum í hálvfinalunum ímóti Stjørnuni, meðan Neistin stríddi seg framvið H71 í tveimum jøvnum dystum. 

Hjá monnum eru steypavinnararnir í fjør aftur í finaluni. Vestmenningar vunnu á Neistanum í fjør, og í ár skulu teir verja steypið ímóti H71, eftir sannar gysarar í hálvfinalunum ímóti Kyndli.

Sambært Hondbóltssambandinum gongst væl at selja atgongumerki, so roknast kann við nógvum áskoðarum í fyrstu royndini við Tjarnir.

Kringvarpið vísir finalurnar hjá kvinnum og monnum beinleiðis í sjónvarpinum. Byrjað verður at senda klokkan 16.40. 

 

250220_STEYPAREYP

 

Leiksskráin

Fríggjadagin 21. februar:
Kl. 18.30 G16: Kyndil – Neistin
Kl. 20.00 D16: Neistin – H71 a

Leygardagin 22. februar:
Kl. 09.00 G10B: EB a – Tjaldur a
Kl. 09.40 D10B: H71 b – Neistin c
Kl. 10.20 G12B: EB a – H71 c
Kl. 11.10 D12B: ÍA a – SÍF
Kl. 12.00 G10A: H71 a – VÍF a
Kl. 12.40 D10A: H71 c – Kyndil a
Kl. 13.20 G12A: H71 a – StÍF a
Kl. 14.20 D12A: H71 a – Kyndil a
Kl. 17.00 Kvinnur: Neistin – Kyndil (KvF-sjónvarp kl. 16.40)
Kl. 19.30 Menn: H71 – VÍF (KvF-sjónvarp kl. 19.10)

Sunnudagur 23. februar:
Kl. 13.00 Eydnudeildin
Kl. 14.00 G14B: Søljan – Tjaldur
Kl. 15.00 D14B: Tjaldur – Team Klaksvík
Kl. 16.00 G14A: H71 a – Kyndil a
Kl. 17.00 D14A: H71 a – Kyndil
Kl. 18.00 G18: H71 – Kyndil
Kl. 19.30 D18: H71 – VÍF

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859