Tekur stig at kanna kappingarstøðuna hjá Posta

Tekur stig at kanna kappingarstøðuna hjá Posta
Kappingareftirlitið er ikki kærustovnur, men eftirlitið kann taka upp upp mál av sínum eintingum
Tá Kappingareftirlitið hevur kannað svarini, verður avgjørt, um eftirlitið tekur upp kappingarstøðuna millum Posta og smærri fyritøkur sum eitt mál at viðgera.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
20.02.2025 - 14:08

Kappingareftirlitið hevur tikið stig til at kanna kappingarstøðuna millum Posta og smærri fyritøkur, sum koyra vørur út fyri Tórshavnar kommunu.

Tað váttar Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum.

Í síðstu viku vístu tvær fyritøkur sína ónøgd um, at Posta vann kappingina um eitt útboð hjá Tórshanar kommunu at koyra mat til pensjónistar.

Tá tænastan var boðin út seinast, bjóðaði Posta tænastuna fyri 865.000 kr. Tilboðið hjá flutningsfyritøkuni Petru var 1,6 millión krónur. Posta vann útboðið.

Í tí sambandi segði Áslakkur Tausen, sum eigur Petru:

 

20022025_Aslak

 

Terje Sigurðsson. 

 

Kappingareftirlitið er ikki kærustovnur, men eftirlitið kann taka upp upp mál av sínum eintingum.

Terje Sigurðsson uppplýsir, at eftirlitið hevur nú sent Tórshavnar kommunu og fyritøkuni spurningar um aktuella málið. 

Tá Kappingareftirlitið hevur kannað svarini, verður avgjørt, um eftirlitið tekur upp kappingarstøðuna millum Posta og smærri fyritøkur sum eitt mál at viðgera. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840