Signar skal seta ferð á

Signar skal seta ferð á
Parasport Føroyar setir nú ferð á arbeiðið at skipa ítrótt fyri fólk, ið bera brek. Signar Hilmarson er settur sum verkætlanarfólk, og hann skal seta átøk í verk
Signar Hilmarsson er settur í verkætlanarstarv hjá Parasport Føroyar
Mynd: Parasport Føroyar  
 
03.10.2023 - 11:49

Parasport Føroyar setir nú ferð á arbeiðið at skipa ítrótt fyri fólk, ið bera brek.

Tí hevur sersambandið sett Signar Hilmarsson í verkætlanarstarv. Hann skal saman við ítróttaráðgevanum tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa part í fyrimununum og ágóðunum, sum ítróttalívið gevur, boðar formaðurin í Parasport Føroyar, Petur Elias Petersen, frá.

Signar Hilmarsson skal millum annað seta í verk átøk í samsvari við nýggju strategiina, 'øll kunnu íðka'.

Signar Hilmarsson er útbúgvin kanditatur í ítróttafrøði frá Aalborg Universitet, ið gevur serfrøðiliga vitan innan ítrótt, rørslu, venjing, heilsu og trivnað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109