11 bilførarar skrivaðir í Vágatunlinum

11 bilførarar skrivaðir í Vágatunlinum
Ein bilførari missir koyrikortið treytað, tí hann var máldur at koyra 120 km/t.
Fleiri bilførar vórðu skrivaðir fyri at koyra ov skjótt í Vágatunlinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
22.09.2023 - 08:34

11 bilførarar blivu skrivaðir, tá politiið fyrrapartin í gjár gjørdi ferðkanning í Vágatunlinum.

Ein bilførari missir koyrikortið treytað, tí hann var máldur at koyra 120 km/t.

Fýra fingu klipp, tí teir vóru máldir at koyra millum 104 km/t og 117 km/t.

Ein bussur var eisini steðgaður. Hann var máldur at koyra 90 km/t.

Hámarksferðin hjá bussum er 70 km/t.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109