Ukraina fyrireikar friðartingingar við Russland

Ukraina fyrireikar friðartingingar við Russland
Ukrainski sendiharrin í Danmark sigur, at Ukraina hevur ítøkilig uppskot til samráðingarnar
Mykhailo Vydoinyk, ukrainskur sendiharri í Danmark, og Tróndur Olsen, sum gjørdi samrøðuna við sendiharran í Breddanum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.09.2023 - 13:13

Ukraina fyrireikar ítøkiligar friðartingingar við Russland.

Tað sigur ukrainski sendiharrin í Danmark, Mikhailo Vydoinyk, sum hevur verið á vitjan í Føroyum.

Og Ukraina hevur ítøkilig uppskot til samráðingarnar, sigur hann.

 

Ukrainar krevja, at ukrainskir kornútflytarar skulu kunnu halda fram ótarnaðir við sínum virki. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Mikhailo Vydoinyk sigur, at russar skulu taka seg aftur úr Ukraina, kornútflytarar skulu kunna halda ótarnaðir fram við sínum virki, og matur skal ikki brúkast til  avnoyðslu.

Og ein altjóða dómstólur skal skipast, so tey, sum fremja brotsverkini, skulu standa til svars fyri teimum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08092023_Ukrainskur_sendiharri

 

Samrøða var við Mikhailo Vydoinyk í Breddanum fyrrapartin.

Øll sendingin kann hoyrast her. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823