- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongur illa at fáa arbeiði

Tað gongur ikki væl hjá ukrainum at fáa arbeiði í Føroyum, heldur Almannaverkið.
64 fólk úr Ukraina, sum eru arbeiðsfør, fáa uppihaldsveiting frá Almannaverkinum.
Ábendingar eru um, at ukrainar, sum duga enskt ella eitt sindur av føroyskum, hava betri útlit til at fáa arbeiði enn tey, sum ikki duga føroyskt ella enskt.
Almannaverkið heldur, at ein onnur orsøk til, at arbeiðsgevarar vilja bjóða fast starv men bara tíðaravmarkað starv, er, at ukrainarnir hava fyribils uppihaldsloyvi, sum bara verður longt eitt ár í senn.
Fyribils uppihaldsloyvið forðar eisini fyri, at lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk kann brúkast.
271 umsóknir eru komnar um uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini.
249 hava fingið uppihaldsloyvi, 142 kvinnur, 34 menn og 73 børn. Nógv tey flestu búgva í Havn.
SÍ EISINI: Ukrainar hava trupult við at fáa fast arbeiði í Føroyum
Nøkur eru farin
66 fólk, sum hava fingið uppihaldsloyvi, eru farin av stað aftur.
So 183 fólk, sum eru rikin úr Ukraina, eru í Føroyum í løtuni.
Tað sigur Bjarni Kárason Petersen landsstýrismaður, í svari til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu.
Ein kanning, sum Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á Setrinum, hevur gjørt fyri Útlendingastovuna, vísir, at flesta ukrainar, sum eru her, eru nøgdir við møttøkuna og tilboðini um vælferðartænastur.
SÍ EISINI: Markið fyri ukrainskum flóttafólkum er næstan rokkið