- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jákup Sverri fekk laks í trolið norðan fyri Føroyar

Á yvirlitstrolingini á landgrunninum í februar fekk Jákup Sverri ein laks í trolið norðan fyri Føroyar.
Vanligt er, at rannsóknarskipið hjá Havstovuni fær villan laks á silda- og makrelkanningum langt úti til havs. Men hetta er fyrstu ferð, at laksur er fingin inni á landgrunninum, skrivar Havstovan á heimasíðu sínari.
Laksurin hevði púra óskaddar fjaðrar og stert, og bendir hetta á, at hann ikki er sloppin úr eini alinót, men er villur laksur.
Alilaksur fer at líkjast villum laksi
Havstovan sigur tó, at tað ikki kann sigast við vissu, at talan er um villan laks, tí um ein alilaksur sleppur sum smolt, fer hann at líkjast villum laksi.
Laksurin var kynsbúgvin rognafiskur og var 72 cm langur og vigaði 3190 gr.
Rognini vóru somikið smá, at laksurin neyvan fór at gýta, men kanska heldur brúkti føroyska økið til at eta í.
Havstovan sigur, at kanningar hava víst, at villur laksur frá mongum ymiskum áum í Evropa og enntá Kanada heldur til norðan fyri Føroyar, har hann etur seg feitan.