POPTÖS á Tórsfest

POPTÖS á Tórsfest
Fýra danskar songkvinnur, ið vóru í hæddini í nítiárunum og nullunum, manna bólkin POPTÖS, sum verður at hoyra á Tórsfest í ár
 
11.03.2025 - 15:05

Maria Montell, Saseline og tvær ferðir Julie, ávikavist Rugaard og Berthelsen. Tær fýra songkvinnurnar, ið gjørdu um seg í nítiárunum og nullunum, hava sligið seg saman í ein bólk, ið tær nevna POPTÖS. 

Tað var umvegis tónleikatiltøkini “Vi elsker 90'erne”, at bólkurin var settur saman. Undirtøkan var góð, so tær fýra samdust um at halda fram við at framføra við bólkinum.

Fyriskipararnir av Tórsfest royna ikki at skava útyvir, at tað snýr seg um nostalgi og stuttleika við sangum og hittum frá 90unum og byrjanini av 00unum, eitt nú sangurin "Dig & Mig" hjá Dieters Lieder, ið Julie Rugaard endurtulkaði sum partur av bólkinum Blå øjne. 

Frammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza, Dave Evans, Kristina Bærendsen, Branco og mong onnur fara á pallin 25. juli í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109