- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómur fallin í stóra rúsevnismálinum

Dómur er í dag fallin í stóra rúsevnismálinum, har seks fólk vóru ákærd fyri at hava smuglað umleið 22 kilo av hassji og umleið 3,8 kg amfetamini til Føroya við einum seglbáti úr Horsens í Danmark.
Fýra fólk, ið eru millum 32 og 46 ár, fingu ávikavist millum seks og 11 ára fongsulsrevsing, meðan tvey fólk - ein 44 ára gamal maður og ein 63 ára gomul kvinna blivu fríkend.
Jóhann Mortensen hevur fylgt við málinum hesa vikuna, og hann segði soleiðis um dómin í dag:
Jógvan Páll Lassen er verji, og hann hevði hesa viðmerkingina eftir at dómur var fallin:
Eisini fingu vit orði á ákæran, Inga Midjord:
Hetta rúsevnamálið var eitt dómsmansmál, sum tað verður nevnt í rættargangslógini frá 2021, tí ákæruvaldið kravdi fongsulssrevsing í meira enn seks mánaðir.
Í hesum málinum kravdi ákæruvaldið, at tey seks fingu fóngsulsrevsing úr átta og upp í 14 ár.
Fýra av teimum seks ákærdu hava sitið varðhaldsfongslað síðan tann 29. august í fjør, og síðan í januar hava tveir danir afturat verið varðhaldsfongslaðir.
Hesir báðir ákærdu hava verið hildnir at hava skipað fyri ætlanini. Annar fekst við at keypa bátin og hin var við til at útvega fígging.
Tey fimm ákærdu hava sitið í ymiskum fongslum í Danmark, men tann ákærdi føroyingurin hevur sitið í Mjørkadali.