
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyri Géza Tamás Turi og Géza Dávid Turi verður komandi landsliðsumfar í manslandsliðsfótbólti heilt serligt. 23 ára gamli Géza Dávid Turi er úttikin til landsliðið fyri fyrstu ferð, meðan pápin, 51 ára gamli Géza Tamás Turi, er settur sum málmansvenjari.
- Tað verður gott at síggja hann, nú eg búgvi uttanlands, sigur Géza Dávid Turi, sum nú spælir við enska felagnum Grimsby Town í fjórðbestu deildini í Onglandi.
Tað er ikki ókent í føroyskum fótbólti, at feðgar og møðgur spæla ella eru í hópi saman, men tað er helst bara hent eina ferð á manslandsliðnum. Tað var, tá Abraham Løkin var hjálparvenjari og Bogi Løkin var spælari.
Svav ikki eftir landsliðsboð
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, kunngjørdi hópin á tíðindafundi fyrrapartin mánadagin. Tá hevði Géza Dávid Turi ikki sovið nógv.
- Eg bleiv uppringdur kvøldið fyri og fekk boðini. Eg sovnaði ikki fyrr enn klokkan trý um náttina, tí eg var so spentur. Tað er undarligt endiliga at vera á landsliðnum, tí eg havi bíðað í fleiri ár eftir passinum. Eg eri so errin, sum tú kanst blíva, sigur Géza Dávid Turi.
Miðvallarin hevur búð í Føroyum í 19 ár. Hann hevur kent seg sum føroying og gøtumann í nógv ár, men á pappírinum hevur hann verið ungari. Géza Dávid Turi verður vanliga nevndur “lítli Geza” í víkingaumhvørvinum í Sarpugerði. Hann er sonur fyrrverandi málverjan hjá GÍ og Víkingi, Géza Tamás Turi, og Zsuzsanna Nagy úr Ungarn.
“Gamli Geza” kom til Føroyar í 2006. Hann spældi við GÍ fram til samanleggingina í 2007. Síðani spældi hann við Víkingi, til hann legði handskarnar á hillina og bleiv málmansvenjari í 2017. Géza Dávid Turi var sostatt bara ein fýra ára gamal smádrongur, tá pápi hansara fekk eitt tilboð um at spæla í einum lítlum oyggjasamfelag í útnorði.
Skal hava tol
Eyðun Klakstein legði á tíðindafundinum upp til, at Géza Dávid Turi í fyrstu atløgu skal rokna við at byrja á bonkinum.
- Vit vilja gjarna slúsa Géza Dávid Turi inn í hópin. Hann hevur verið millum stinnastu spælararnar í føroysku kappingini seinasta ár og hevur eitt talent, sum fáir aðrir hava. Hann er vónandi ein spælari til framtíðina, segði Eyðun Klakstein.
- Tað skilji eg væl. Sjálvandi vil eg gjarna spæla, men tað tekur tíð. Eg spæli á miðjuni og har spæla tveir av bestu spælarunum á landsliðnum. Sjálvt um eg ikki byrji inni, so verið eg ordiliga spentur og klárur, um tað verður brúk fyri mær, sigur ”lítli Géza” um útsøgnina hjá landsliðsvenjaranum.
23 ára gamli miðvallarin skifti síðst í januar til Grimsby Town í ensku League Two. Hann hevur ikki verið á vøllinum enn, men tað hevur sína orsøk.
- Liðið hevur ikki tapt í teimum seinastu sjey dystunum, so eg eri ikki komin á liðið enn, men venjarin vil eisini gjarna verja meg. Tað dámar mær væl. Her er alt gott, og fólkini hava tikið væl móti mær, sigur Géza Dávid Turi.
Leygardagin 22. mars spæla Kekkia og Føroyar í Kralove í Kekkia, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 25. mars tekur Montenegro ímóti á Niksic City Stadion. Føroyska liðið samlast í Føroyum mánadagin 17. mars.