Kunnu framleiða orku úr matleivdum

Kunnu framleiða orku úr matleivdum
Førka, hotell, heilsølur og Tórshavnar kommuna hava staðið fyri royndarverkætlanini
Mannagongdin er, at fyritøkur og stovnar við nógvum matleivdum skilja lívrunnið burturkast. (Mynd: Førka)
 
02.06.2023 - 14:25

Biogassverkið Førka kann nú framleiða orku úr matleivdum frá hotellum, heilsølum, matvøruhandlum og øðrum. 

Tað vísir úrslitið av nýggjari royndarverkætlan.

Verkætlanin er samstarv millum Førka, hotell, heilsølur og Tórshavnar kommunu.

- Samstarvið vísir, at vit hava útgerðina at taka ímóti matleivdum og skapa orku úr matvørum, sum annars fara fyri skeytið. 

Mannagongdin er, at fyritøkur og stovnar við nógvum matleivdum skilja lívrunnið burturkast, og Tórshavnar kommuna heintar hetta serskilt til okkum, sigur Fróði Mortensen, rakstrarleiðari hjá Førka.

Næsta stig er at fáa fleiri aktørar við,eitt nú matvøruhandlar, sigur Fróði Mortensen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109