- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur fyri at bróta djóraverndarlóg, ferðslulóg og revsilóg
Ein 19 ára gamal drongur er í Føroya rætti dømdur fyri brot á djóraverndarlógina, ferðslulógina og revsilógina.
Hann misti koyrikortið treytaleyst í eitt ár og fekk 20 daga treytaða fongsulsrevsing.
Hann skal gera samfelagstænastu í 40 tímar og rinda 11.000 kr. í sekt.
Drongurin er dømdur fyri við vilja at koyra á eina gás á gongubreytini á Sundsvegnum í Havn á summarmála í fjør.
Gásin doyði.
Ákæruvaldið vildi hava mannin dømdan fyri tað, sum eitur skammfaring í djóraverndarlógini.
Men rætturin segði, at tað er ikki prógvað, at gásin leið, áðrenn hon doyði. Ein onnur gás slapp sær undan bilinum.
Drongurin er eisini dømdur fyri harðskap í miðbýnum í Havn, sum hann fekk 20 dagar treytaðar fyri.
Fekk dagbøtur
Ein annar 19 ára gamal drongur er eisini dømdur í málinum um gæsnar. Hann filmaði hendingina við fartelefonini.
Hann fekk átta dagbøtur á 625 kr.
Ákæruvaldið kravdi eisini, at hvørgin av teimum ákærdu sleppur at fáast við djór í eina tíð, sum rætturin ásetur.
Men av tí, at tað sambært rættinum ikki var talan um skammfaring, mistu teir ikki hendan rættin.
Tann, sum átti gásina, fekk 600 kr. í endurgjaldi.
Endurgjald var eisini kravt fyri tey 11 eggini hjá gásini, men tað kravið góðtók rætturin ikki.
Kravið var 6.600 kr.