Mótmæla við innkeypskurvini

Mótmæla við innkeypskurvini
Færri vørur úr USA skulu í innkeypskurvina. Tað sigur Edith Dahl Jakobsen, ið hevur gjørt av at boykotta amerikanskar vørur.
06.03.2025 - 19:36

Alsamt fleiri kring heimin velja at boykotta amerikanskar vørur. Og orsøkin er forsetin í USA, Donald Trump.

Í grannalondunum sæst rákið aftur við stovanini av bólkum, ið hava til endamáls at savna fólk, ið mótmæla ætlanunum hjá amerikanska forsetanum.
Eitt dømi um hetta er danski bólkurin á Facebook "Boykot varer fra USA", har alsamt fleiri limir leggjast afturat.

 

Edith Dahl Jakobsen er ein teirra, ið hevur gjørt av at boykotta vørur úr USA.

"Við at boykotta amerikanskar vørur, kunnu vit senda eitt signal um at vit ikki stuðla ætlanunum hjá Donald Trump," sigur hon.

 

Sí Edith greiða frá síni avgerð her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717