- Tíðindi, mentan og ítróttur
Too fúl for school: Umstríddur teknifilmur tikin av skrá
Fyrsta sýning av norska teknifilminum Spermageddon skuldi vera í Havnar Bio í dag klokkan fimm.
Men í gjár varð umstríddi filmurin tikin av plakatini aftur, tí filmurin er mettur at vera óegnaður fyri sjey ára gomul børn.
- Vit hava ikki heimild at hækka aldursmarkið, sigur Mourits Clementsen, sum rekur Havnar Bio.
Hann saknar, at almennu myndugleikarnir taka ábyrgd og seta eitt miðlaráð, sum skal áseta aldursmark á filmar.
Miðlaráðið er óvirkað
Lógin um miðlaráð, sum skal verja børn og ung, varð sett í gildi í 2007. Miðlaráðið kom ístaðin fyri filmseftirlitið, sum annars tók sær av at seta aldursmark á filmar.
Men síðani 2011 hevur einki miðlaráð virkað, og føroysku biografarnir hava verið noyddir at halda seg til tey aldursmark, sum eru ásett í teimum londum, har filmarnir koma frá.
Í hesum førum hevur danska miðlaráðið sett aldursmarkið á 7 ár; og tí hevur Havnar Bio tvinnir møguleikar: Antin at áseta sama aldursmark ella at taka filmin av plakatini.
Í hesum førum valdi Havnar Bio seinna møguleikan.