Leggja nú størri sjóvarfalsdreka út í Vestmannasund

Leggja nú størri sjóvarfalsdreka út í Vestmannasund
Royndirnar við teimum báðum smáu drekunum eru so mikið góðar, at nú verður meira lagt fyri
Í gjárkvøldið var kaðal frá móttøkustøðini hjá SEV lagdur út í sundið.   
 
30.05.2023 - 13:16

Ein sjóvarfalsdreki, har veingjabreiðið er 12 metrar, skal nú setast út í Vestmannasund. 

Í gjárkvøldið var kaðal frá móttøkustøðini hjá SEV lagdur út í sundið.   

Royndirnir við teimum báðum smáu drekunum eru so mikið góðar, at nú verður meira lagt fyri við størri dreka.

 

Terji Nielsen er menningarleiðari hjá SEV. (Savnsmynd)

 

Ein sjóvarfalsdreki framleiðir umleið tað sama sum ein vindmylla. Munurin er, at vindur er óstøðugur, men sjóvarfalsorkan er støðug. 

Hoyr útvarpsinnslag við Terja Nielsen, menningarleiðara hjá SEV, í útvarpstíðindunum: 

 

30052023_Sjodrekar

 

Nýggi drekin, sum verður lagdur út í Vestmannasund, kemur til landið beint eftir ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109