Føroya rættur: Ikki serliga grovur harðskapur

Føroya rættur: Ikki serliga grovur harðskapur
Rætturin hevur dømt seks ungar menn treytaða fongsulsrevsing í 30 ella 60 dagar
Ákæruvaldið fer nú at viðgera spurningin, um tað skal fara í Landsrættin við málinum.
 
17.05.2023 - 13:03

Tað var ikki serliga grovur harðskapur og heldur ikki harðskapur í felag, tá ein maður bleiv sparkaður og sligin ferð eftir ferð, trampaður í høvdið, og kvørkratak var eisini tikið.

Harðskapurin var framdur í Klaksvík sunnunáttina 27.juni í 2021.

Føroya rættur hevur dømt seks ungar menn, teir eru føddir ávikavist í 2003 og 2004, treytaða fongsulsrevsing í 30 ella 60 dagar.

Teir eru eisini dømdir at gera samfelagstænastu úr 40 upp í 80 tímar.

 

Dømdir eftir linari grein

Menninir eru dømdir eftir linari greinini um harðskap í revsilógini, ella fyri "vanligan" harðskap, sum hann verður róptur.

Endurgjaldið, teir skulu lata, er 6.450 kr.

Ákæruvaldið kravdi treytaleysa fongsulsrevsing. Menninir nokta seg sekar.

Ingi Midjord, ákæri, sigur, at dómurin er nakað langt frá tí, sum ákæruvaldið kravdi.

Ákæruvaldið fer nú at viðgera spurningin, um tað skal fara í Landsrættin við málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109