- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størri ferðsla í Eysturoyartunlinum fyrsta ársfjórðing
Ferðslan í Eysturoyartunlinum er vaksin við 774 bilum um samdøgrið fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.
Miðalferðslan higartil í ár hevur verið 5.227 bilar um samdøgrið.
Hon var 4.453 sama tíðarskeið í fjør.
Vøkstur hevur verið allar tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, og í mars koyrdu 5.366 akfør í miðal um samdøgrið gjøgnum tunnilin.
Heldur vøksturin sær í ár, fer miðalferðslan at vaksa við stívliga 200 bilum um samdøgrið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Bara tvær ferðir áður hevur ferðslan verið størrii, enn hon var í mars; tað var í september og november í fjør.
Miðalferðslan í Eysturoyartunlinum í fjør var stívliga 5.000 bilar um samdøgrið. Heldur vøksturin sær í ár, fer miðalferðslan at vaksa við stívliga 200 bilum um samdøgrið.
Enn vantar tó nógv í, áðrenn ferðslan gjøgnum Eystur- og Sandoyartunlarnar er so mikið fræg, at tunlarnir bera seg fíggjarliga.
Sagt hevur verið, at ferðslan í Eystur- og Sandoyartunlunum skal upp á 7.200 akfør um samdøgrið, áðrenn tunlarnir fara at hanga saman fíggjarliga.