
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elinborg Pálsdóttir fingið 110.000 krónur í gávufæi frá Statens kunstfond

Tónlistakvinnan Elinborg Pálsdóttir er vanliga tað, ið fólk flest skíra ein glaðan persón. Hon er smílandi og hevur ein smittandi látur.
Men sjálvt Elinborg er eyka glað fyri tíðina, og tað hevur einki at gera við, at summarið er á gáttini.
Herfyri fekk Elinborg at vita, at hon hevði fingið 110.000 krónur í gávufæi, sum er eitt arbeiðslegat, frá Statens kunstfond.
Stóran týdning
Gávufæið hevur altstóran týdning fyri seg, sigur Elinborg í stuttari samrøðu við kvf.fo.
"Hetta gevur mær fíggjarligt frælsi at kava ordiliga niður í tónleiki, og tað er fantastiskt."
Í grundgevingin fyri at lata listafólkum gávufæ, skrivar Statens kunstfond:
"Formålet med arbejdslegater er at fremme kunsten i Danmark ved at give højt kvalificerede og talentfulde kunstnere mulighed for at videreudvikle deres kunstneriske arbejde."
Hvussu ber til, at tú hevur valt at søkja um gávufæ úr Statens kunstfond?
»Síðsta summar bleiv eg liðug við mína masterútbúgving á Rytmiske Musikkonservatorinum í Keypmannahavn. Eg søkti tískil um at fáa hetta arbeiðslegatið, fyri at fáa fíggjarligt frælsi til at kava uppaftur djyprið niðurí tónlistina fyri at finna útav, hvat meira goymir seg har. So tað er heilt fantastiskt, at eg fekk eitt játtandi svar.«
Hvat skal gávufæið brúkast til?
»Peningurin skal brúkast uppá tónleik. Eg gevi eina plátu út seinni í ár, og ætlanin er longu nú at byrja at skriva tónleik til eina nýggja plátu. Vónandi kann hetta arbeiðslegatið gera, at eg kann geva uppaftur fleiri plátur út, og harvið kunna arbeiða sum skapandi tónlistafólk burturav.«
Hvønn týdning hevur tað at fáa eitt sovorðið gávufæ?
»Tað er ongin loyna, at tað kann verða fíggjarliga hart at velja tónleikin sum eina yrkisleið, og tí hevur eitt arbeiðslegat sum hetta so stóran týdning, tí tað gevur ró til at skapa. Tað er eisini ein stór viðurkenning, at fáa hetta tillutað, sum gevur íblástur og áræði at halda á fram við at skapa.«
Her ber til at síggja øll, ið hava fingið gávufæ úr Statens kunstfond í ár.