17 fakfeløg til samráðingar í næstum

17 fakfeløg til samráðingar í næstum
Fíggjarmálaráðið fer fyrsta dagin at boða frá karminum í sáttmálunum, sum skulu gerast
Jan Mortensen, leiðari, og hini á Lønardeildini skulu samráðast við 17 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.03.2023 - 13:58

17 feløg fara í næstum at samráðast um nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið.

Eingin fundur er avtalaður enn, og sambært stjóranum á Lønardeildini, Jan Mortensen, bíða tey, til Fíggjarmálaráðið hevur meldað út karmin fyri nýggjum sáttmálum, sum er á gáttini.

Sambært Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, fer Fíggjarmálaráðið at senda út tíðindaskriv í dag ella í morgin um, hvat karmurin verður, og hvat liggur í lyftinum um lønarlyft, sum landsstýrið hevur lovað. 

Jan Mortensen sigur, at tey fyrstu, sum koma til samráðingar, verða Føroya Lærarafelag, Akademikarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109