Á val við Rásini 

Á val við Rásini 
Í Rásini í Saltangará gera tey nógv burtur úr kommunuvalinum. Tey fóru øll at velja fyrrapartin, men fyrst var bæði morgunmatur og sangur á skránni
12.11.2024 - 17:25

Valfepurin hevur eisini rakt tey í Rásini í Saltangará. 

Tey gera nógv burtur úr kommunuvalinum. Fyrrapartin var góður morgunmatur á borðinum, og tey trivu eisini í ein ella tveir góðar, áðrenn tey fóru inn í Bylgjuna í Runavík at velja.

Fía Joensen var á vali fyri fyrstu ferð, og hon var væl nøgd.

 - Tað gekk væl, staðfesti hon.

Eftir at krossarnir vóru settir - út fyri rætta vælevnið, sjálvandi - fóru tey aftur við bussinum, og ivaleyst fáa tey eitt gott valkvøld eisini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109