Jenny C. Petersen pakkar saman á Tjóðpallinum

Jenny C. Petersen pakkar saman á Tjóðpallinum
Í 20 ár hevur Jenny C. Petersen staðið á odda fyri Tjóðpalli Føroya, men nú er tann tíðin komin at enda
31.03.2025 - 19:26

Í dag var seinasti arbeiðsdagur hjá Jenny C. Petersen sum stjóri á Tjóðpalli Føroya. Hon hevur røkt starvið í 20 ár, og tá starbið varð lýst í fjør, avgjørdi hon at ikki søkja starvið aftur. Starvið fekk normaðurin Harald Thompson Rosenstrøm, sum byrjar sum stjóri á Tjóðpallinum í morgin.

Nógv er hent síðani Jenny C. Petersen bleiv stjóri og hon er errin av tí sum hon og tey hava avrikað. Eitt nú hava tey framført nógv føroysk leikverk. Eitt sum hevur fylt nógv seinastu árini, er málið um eitt nýtt tjóðleikhús. Hon vónar, at staðsetingin verður varðveitt og gleðir seg til at kunna vitja nýggja tjóðleikhúsið, tá tað verður liðugt - tí tað verður tað, sigur Jenny C. Petersen, fráfarandi stjóri á Tjóðpalli Føroya.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947