
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Byggja íbúðir á Argjaboða: Trygdin er ikki í lagi

Trygdin er als ikki í lagi á Argjaboðavegi, nú nógv og tung ferðsla er har í sambandi við íbúðarbygging við Argjaboðagøtu.
Tað sigur Guðrun Rógvadóttir, sum býr beint við byggingina, og sum vil hava byggingina at steðga, til trygdin er í lagi.
Hon vísir á, at í góðkenningarskrivinum, sum í 2021 varð gjørt í sambandi við byggiloyvið, stendur sum ein treyt, at smala vegastrekkið á leiðini út skal breiðkast, áðrenn farið verður at byggja, og at ljósreguleringar skulu setast upp, inntil arbeiðið við at breiðka vegin er liðugt. Enn er einki hent, og tí eigur byggingin ikki at verða sett í verk enn, sigur Guðrun Rógvadóttir.
Fríður Dalsgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, hevur eina aðra fatan av, hvønn týdning góðkenningarskrivið hevur í hesum málinum. Hann heldur eisini, at tað er ein trupulleiki, at mann ger góðkenningarskriv við treytum.
Hoyrið innslag her:
Vegurin til og frá Argjaboða er smalur í støðum. Nú koyrir tung ferðsla her í sambandi við íbúðarbygging