- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í persónbili í Hvalba og øgiligur larmur í Vestmanna

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum persónbili í Hvalba.
Tað vísti seg, at okkurt var galið við akkumulatorin, og fólk á staðnum fingu sløkt eldin beinanvegin.
Í Havn fekk løgreglan fráboðan um stuldur í einum handli í miðbýnum. Løgreglan veit, hvør unga gentan er, sum hevur stolið, sigur vakthavandi.
Hon verður avhoyrd, og um hon er eldri enn 15 ár, fer lógarbrotið at standa í revsiváttanini.
Í Vestmanna var aftur øgiligur larmur frá nógvum prutlum, sum órógva vestmenningar.
Løgreglan ætlar at gera miðvíst átak í sambandi við prutl í Vestmanna, sigur vakthavandi, men trupulleikin er, at prutlini hvørva sum døgg fyri sól, tá politiið er í Vestmanna.
Ein bilførari boðaði í gjáramorgunin frá, at ein stórur klettur lá á Skálavíkarvegnum, einar 200 metrar frá vegamótinum við Húsavíkarvegin.
Tann, sum boðaði frá, royndi sjálvur at flyta klettin, men hann var ov stórur og tungur.
Landsverk fekk tí boðini og loysti trupulleikan.