- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frídømdir fyri at tvinga unga gentu til samlegu
Frídømdir fyri at tvinga unga gentu til samlegu
Føroya rættur frídømdi um middagsleitið teir báðar menninar, sum vóru ákærdir fyri at tvinga eina unga gentu til samlegu

Mynd: Savn
11.04.2025 - 19:07
Menninir, sum báðir eru fyrst í tríatiárunum, vóru ákærdir fyri neyðtøku.
Menninir noktaðu seg sekar og blivu frídømdir í Føroya rætti.
Sambært ákæruritinum gjørdu menninir sær dælt av, at gentan, sum tá var 15 ár, var ávirkað av rúsdrekka ella rúsevnum.
Tað var 7. september í 2022.
Ákæruvaldið umhugsar nú at skjóta dómin inn fyri Eystari landsrætt, sigur Ingi Midjord, ákæri.
Hoyr samrøðu við Inga Midjord í útvarpstíðindunum
1737606
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV