Magnus Dam verður nýggjur kringvarpsstjóri

Magnus Dam verður nýggjur kringvarpsstjóri
Hann byrjar í starvinum 1. mai.
Magnus Dam tekur við starvinum sum kringvarpsstjóri 1. mai.
 

Kringvarpsstýrið hevur sett Magns Dam sum stjóra í Kringvarpi Føroya.

Magnus Dam hevur útbúgving sum journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole og sum løgfrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn.

Hann hevur drúgvar leiðslu- og starvsfólkaroyndir í høvuðsstaðarkommununi.

Magnus Dam var løgfrøðiligur ráðgevi á løgdeildini frá 2007 til 2028, og síðani 2018 hevur hann verið deildarleiðari á stjórnarskrivstovuni í Tórshavnar kommunu.

Frá 2000 til 2006 starvaðist hann sum journalistur á Sosialinum og í Kringvarpinum.

Magnus Dam tekur við starvinum 1. mai. Starvið sum kringvarpsstjóri er áramálssett í fimm år.

Katrin Petersen, sum hevur verið virkandi stjóri síðani desember í fjør, fer aftur í starvið sum deildarleiðari fyri Aktuelt. 

Nýggi kringvarpsstjórin verður gestur í útvarpsstovuni í tíðindunum klokkan 12.20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109