- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mette Frederiksen fer til Grønlands á vitjan

Mette Frederiksen, danski forsætisráðharrin, boðar í dag frá, at hon fer til Grønlands á vitjan mikudag til fríggjadag í komandi viku. Tað sigur danska forsætisráðið í tíðindaskrivi á heimasíðu síni.
Á ferðini skal hon hitta, Jens-Frederik Nielsen, komandi grønlendska landstýrisformannin og hini í grønlendska landsstýrinum.
- Eg gleði meg at at halda fram við góða og álitsfulla samstarvinum millum Grønland og Danmark, saman við Jens-Frederik Nielsen og hinum í landsstýrinum. Grønland hevur júst verið í einari góðari demokratiskari tilgongd og skipað eina breiða samgongu. Tað er umráðandi fyri meg, at koma á vitjan skjótast gjørligt, so eg kann vitja og hitta komandi formannin fyri Naalakkersuisut. Tað sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivinum.
- Eg havi størstu virðingina fyri handfaringina hjá grønlendska fólkinum og politikkarunum, av stóra trýstinum, sum er á Grønlandi. Tað er ein støða, sum krevur samanhald tvørtur um politisku flokkarnar. Og tvørtur um londini í ríksfelagskapinum. Og samstarv við virðing og javnvirði.